Gulldystur í Fuglafirði

HB-viðhaldsfólkini fara uttan iva manssterk til Fuglafjarðar, har HB kann taka seinasta fetið móti gullinum.

Undanfarnu tvey umførini hevur talan verið um hypotesur, har fleiri fortreytir skuldu ganga upp, men í dag nýtist HB ikki at hugsa um nakran annan. Vinnur HB, so er gullið heima, og tað er tað, sum teir fara eftir.

Tað verður tó ikki lætt móti ÍF, sum enn ikki kann kenna seg heilt víst í at vera sloppið úr niðurflytingarstríðnum.