FÓTBÓLTUR
Tað stóra oddabrakið í bestu kvinnudeildini, sum skuldi vera inni í Vika á Argjum í gjár, gjørdist ein fusari. Tá liðini høvdu spælt í eitt korter í nógva vindinum og ælaveðrinum, tók dómarin avgerð um at blása dystin av, tí hann ikki helt tað vera ráðiligt at spæla. Tá var støðan framvegis 0-0.
– Eg helt, at tað var synd at avgreiða eitt meistaraheiti í hesum veðrinum, sum var beinleiðis hættisligt fyri spælararnar. Fyri meg hevði tað ikki so nógv at siga, tí eg skuldi bara floyta, men kvinnurnar skuldu altso spæla fótbólt í hesum vánaligu umstøðunum, segði Jóan Petur Michelsen, tá hann hevði blást av.
Hesa fyrstu løtuna hevði AB havt vindin ímóti, men hevði kortini forðað KÍ í teimum stóru kjansunum, og ofta fór bólturin undan KÍ-kvinnunum í vindinum. Og næstan hvørja ferð, tá AB-málverjin, Simona Heinesen, skuldi skjóta eitt av mongu málspørkunum, fekst bólturin ikki at liggja stillur.
Liðini ósamd
Hóast avgerðin var tikin, eftir at dómarin hevði tosað við bæði venjarar og liðskiparar, so var ikki semja millum partarnar um, um spælast skuldi ella ikki. KÍ-kvinnurnar fagnaðu avgerðini hjá dómaranum, men tað gjørdu tey í AB ikki, tí tey hildu, at dysturin skuldi sloppið at hildið fram.
– Eg haldi, at tað var púra beint av dómaranum at blása av, tí tað ber ikki til at avgera eitt meistaraheiti í slíkum veðri. Har var eitt æl, tá vit hitaðu upp, og tá bar næstan ikki til at spæla. Vit eru sjálvandi klárar at royna aftur, tá tað verður betri veður, segði Rannvá Andreasen í KÍ.
Venjarin hjá AB, Lennard Petersen, sá tó eitt sindur øðrvísi upp á tað:
– Vit vildu hildið fram við at spælt, men eg skilji væl, at KÍ vil blása av, tí hetta korterið vóru tað vit, sum spældu, meðan KÍ einki hevði at bjóða. Eisini passar tað KÍ fínt at fáa dystin útsettan, tí so kunnu kanska onkrir av teirra skaddu spælarum gerast klárir. Vit kunnu hinvegin kanska ikki brúka Bjørg Syderbø, ið er komin upp til júst henda dystin, segði hann.
Men hvussu er og ikki, so verður dysturin altso spældur í dag klokkan 16.30, og tá fær Bjørg kortini spælt við, meðan tað hinvegin er ivasamt, um nakar skaddur KÍ-spælari verður klárur, sum ikki var tað í gjár. Rás 2 fer at siga frá seinna hálvleiki í dystinum á Argjum.
Hinir spældir
Hóast dysturin á Argjum var avblástur fyri veður, blivu hinir báðir dystirnir í 1. deild hjá kvinnum kortini gjøgnumførdir, hóast fótbóltsveðrið nokk heldur ikki var tað allarbesta í Gøtu og á Toftum.
Í Gøtu tók Víkingur ímóti Skála, og her gjørdist tað Hanna Isaksen Højgaard, sum við tveimum skallarum skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki, so Víkingur vann 2-0. Vindurin var nógvur og ferðin á spælinum lítil, men hóast Skála hevði sínar kjansir, hevði Víkingur minst líka nógvar og vann ein uppibornan sigur.
Hin dysturin var spældur á Svangaskarði millum B68/NSÍ og EB/Streym, og hetta var ein javnur dystur, ið hevði mest at bjóða fyri steðgin, tá liðini fingu hvør sítt mál innan fyri ein góðan minutt. Í seinna hálvleiki var minni spæl og púrt eingir kjansir, so tí gjørdist tað altso javnleikur 1-1 á Toftum.










