Teir vóru við til at vinna tvey FM – í 2008 og 2012 – og teir vóru við til at vinna fleiri steypafinalur. Síðstu árini hevur teirra leiklutur ikki verið so stórur, og í minuttum var hann ikki so stórur í kvøld, men í málum og luti var hann avgerandi.
Talan er um superveteranarnar Hans Paula Samuelsen og Arnbjørn Hansen, sum eisini er hjálparvenjari.
Í kvøld vann EB/Streymur 3-1 í Sørvági. Tá ið tað restaði eitt korter, og støðan var 1-1, vórðu teir báðir veteranarnir skiftir inn. Tá ið tíðin var um at vera farin, skoraði Arnbjørn Hansen til 2-1, og lítla løtu seinni staðfesti Hans Pauli Samuelsen 3-1 sigurin.
Hans Pauli Samuelsen átti uppleggið til 2-1 málið, og Niklas Kruse átti uppleggið til 3-1 málið.
Ronnie Møller Iversen legði eftir stórar fimm minuttir EB/Streym á odda 1-0 við fínum langskoti, og Martin Tausen javnaði, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Uppleggið átti Predrag Jeremic.
-Fyrri hálvleikur var avgjørt einki at reypa av fyri okkara viðkomandi. Tá ið spælið ikki riggaði, sum vit ætlaðu, so avráddu vit í steðginum, at nú skuldu vit arbeiða fyri søkini. Í nakrar vikur hevur Hans Pauli Samuelsen vant og spælt eitt sindur við næstbesta liðnum, og í kvøld var rætta løtan at geva honum og Arnbjørn kjansin síðstu løtuna, og tað vísti seg at vera ein røtt avgerð, sigur Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi.
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur er á sætta plássi við átta stigum.
07 Vestur er á áttanda plássi við seks stigum.