Í dag var eitt føroyingalið í eldinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard var við frá byrjan, tá Sandnes ULF leikti móti KFUM Oslo á útivølli. Og fyri fyrstu ferð síðani 15. apríl spældi Gullbrandur ein heilan dyst fyri Sandnes.
Tíverri gekk ikki so væl hjá Sandnes í dag. Oslo KFUM vann dystin 3-1.
Longu tá 35 minuttir vóru leiktir var Oslo á odda 3-0. Henrik Jensen minkaði um munin seint í seinna hálvleiki.
Sandnes er á einum 12. plássi í deildini við 13 stigum. Teir hava bert trý stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Kongsvinger vann 1-0 á Moss á útivølli, og tað merkir, at føroyingaliðið, Fredrikstad misti oddasessin til Kongsvinger. Fredrikstad er næstfremst í deildini við 25 stigum.











