Tað var sera tætt og spennandi, tá ið 8-mannaførini kappaðust í góðveðrinum á Skálafjørðinum.
Fuglafjørður er vorðin stór róðrarbygd. Eftir tveir sigrar í kvinnukappingum eydnaðist tað eisini 8-mannafarinum í Fuglafirði at vinna.
Kappingin var serliga við Nevið Reyða úr Klaksvík og Knørrin hjá Róðrarfelagnum Knørrur.
Nevið Reyða var eina góða løtu á odda, men endaspurturin hjá Gullbrandi var framúr, og bara tjúgu metrar úr málinum tók Gullbrandur Nevið Reyða.
Tað merkisverda við hesum róðrinum var, at tað á Nevinum Reyða bara vóru sjey rógvarar. Árin hjá øðrum toftumanninum brotnaði í sjálvum startinum, og hesin rógvarin setti seg fram í skutin, meðan makkarin á toftini og hinir seks togaðu í árarnar.
Tað sást í skallan á manninum, sum var so óheppin at bróta árina. Bátsfelagar hansara stríddust og kappaðust, men í síðstu tøkunum í endaspurtinum vísti tað seg at kosta nógv, at ein maður restaði.
Knørrur var eina bátslongd aftanfyri Nevið Reyða, og Argjabáturin var eina bátslongd aftanfyri Knørr.
1 Gullbrandur 04:49:06
2 Nevið Reyða 04:49:12
3 Knørrur 04:51:10
4 Argjabáturin 04:53:20