Gullbrandur og liðfelagarnir vunnu triðja dystin á rað

Liðini hjá Gullbrandi Øregaard og Noah Mneney, Sandnes ULF og Bryne vunnu sínar dystir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld

Hetta gjørdist eitt gott føroyingakvøld í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Liðið hjá Mikkjali Thomassen, Jóannesi Bjartalíð og Brandi H. Olsen, Fredrikstad vann 2-1 á Kongsvinger í oddadystinum í Kongsvinger. 

 

HER  ber til at lesa um tann dystin.

 

Tað bleiv eisini til ein sigur til hini bæði føroyingaliðini, ið vóru í leiki í kvøld. 

 

Gullbrandur í Horni Øregaard og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu í kvøld triðja dystin á rað.

 

Sandnes vann 1-0 á Kristiansund á útivølli. Sigursmálið skoraði Horenus Tadesse seks minuttir undan steðginum. Gullbrandur spældi allan dystin.

 

Sandnes er nummar níggju í deildini við 26 stigum. 

 

Noah Mneney slapp á vøllin seinastu 19 minuttirnar, tá hann og liðfelagarnir í Bryne vunnu 3-1 á Moss á heimavølli. 

 

Andreas Dybevik legði Bryne á odda við einum brotssparki tá ein tími var leiktur av dystinum. 10 minuttir seinni økti Duarte Moreira til 2-0. Moss fekk spenning í uppgerðina tá 88 minuttir vóru leiktir av dystinum, men langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Duarte Moreira stóra hetjan hjá Bryne tá hann skoraði til 3-1.

 

Bryne er nummar 12 í deildini við 25 stigum.

 

Komandi sunnudag tekur Sandnes móti Mjøndalen. Sama dag spælir Bryne á útivølli móti Jerv.