Føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu 2-0 á Jerv í útidysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Artan Memedov legði Sandnes á odda tá bert tveir minuttir vóru farnir av dystinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Tommy Høiland sigurin hjá Sandnes.
Sandnes er nummar níggju í deildini við 23 stigum. Níggju stig eru niður til Åsane, ið er næstaftast í deildini við 14 stigum.
Í morgin klokkan 14 tekur liðið hjá Mikkjali Thomassen, Brandi H. Olsen og Jóannesi Bjartalíð, Fredrikstad móti Kristiansund í einum oddadysti. Fredrikstad er næstfremst við 35 stigum. Kristiansund sum var fremsti favoritturin at vinna deildina undan kappingini er nummar seks við 29 stigum.
Samstundis spæla Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne móti Åsane á útivølli.