Føroyski U21-landsliðsspælarin, Gullbrandur í Horni Øregaard og føroyski A-landsliðsspælarin, Rógvi Baldvinsson hava tað til felags, at báðir eru fyri størsta partin vaksnir upp í Noregi, og báðir spæla í løtuni í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Gullbrandur er miðvallari hjá Sandnes ULF og Rógvi er royndur verjuspælari hjá Bryne.
Og júst í dag í fyrsta umfarinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini møttust føroyingaliðini, Sandnes ULF og Bryne í Sandnes. Talan er eisini um eina grannauppgerð í Rogalandi. Stóra liðið í Rogalandi er annars Viking Stavanger.
Gullbrandur og liðfelagarnir vunnu 2-1 á Rógva og hansara liðfeløgum. Øll málini komu innanfyri 17 teir fyrstu minuttirnar, og var tað Sandnes sum skoraði øll trý málini so at siga.
Longu tá seks minuttir vóru farnir legði Ingvald Sandvik Halgunset Sandnes ULF á odda. Tá eitt korter var farið gjørdi Sandnes ULF sjálvmál, og bara tveir minuttir seinni skoraði Martin Ramsland sigursmálið fyri Sandnes ULF.
Tað gleðiliga sæð við føroyskum brillum var, at Gullbrandur og Rógvi spældu allan dystin.
Mánadagin klokkan 17 taka Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen móti Kongsvinger á heimavølli.











