Ígjár leikti Sandnes ULF seinasta dystin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. Sandnes tapti 0-2 fyri Åsane á útivølli ígjár, og teir endaðu á ellinta plássinum í deildini.
Tað gekk væl hjá føroyska U21-landsliðsleikaranum, Gullbrandi í Horni Øregaard sum var á vøllinum í 24 av teimum 30 dystunum Sandnes ULF leikti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hetta farna kappingarárið.
Í fjør fekk Gullbrandur spælitíð í 14 av teimum 30 dystunum Sandnes leikti í deildini.
Harumframt hevur tað eisini gingið framúr væl hjá Gullbrandi á føroyska U21-landsliðnum.
Nú hugsavnar Gullbrandur seg saman við hinum í føroyska U21-landsliðshópinum um EM-undankappingardystin á útivølli móti Grikkalandi komandi hósdag klokkan 14.