Gullbrandur er nú fastur maður hjá Sandnes ULF

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag

20 ára gamli U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur Øregaard spældi í dag allan dystin fyri Sandnes ULF, ið var á vitjan hjá Sogndal í dysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Sogndal vann dystin 1-0 við einum sigursmáli, ið var skotið í fyrra hálvleiki. 

 

Tá jaliga er tó, at Gullbrandur fær álitið at byrja inni í hvørjum dysti. Farna kappingarár byrjaði hann ofta á beinkinum. 

 

Rógvi Baldvinsson og Noah Mneney komu báðir á vøllin fyri Bryne tá 70 minuttir vóru farnir av dystinum hjá Bryne á útivølli móti Ranheim.

 

Abel Stensrud legði Bryne á odda 1-0 tá 17 minuttir vóru farnir av dystinum. Ranheim javnaði í 32. minutti, og teir skoraðu sigursmálið tá ein minuttur var leiktur av seinna hálvleiki.

 

Sandnes ULF og Bryne hava bæði trý stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar í deildini.

 

Í morgin klokkan 14 tekur liðið Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad móti Moss á heimavølli á 120 ára stovningardegnum hjá Fredrikstad, so nógv verður gjørt burturúr í morgin.

 

Somu klokkutíð spæla Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen á útivølli móti Kongsvinger.