Gullbrúðleyp

Leygardagin 18. januar hava hjúnini Ruth og Tummas Hansen í Miðvági, gullbrúðleyp.
Pápi er elstur av 4 beiggjum, sonur Hansinu og Jógvan Hansen í Lonini í Miðvági. Bert 6 ára gamal gjørdist hann faðirleysur. Hann kom tí eisini at hava lutin sum maður í húsinum rættiliga ungur. Altíð hava teir verið góðir og staðið væl saman, beiggjarnir, og hjálpt hvørjum øðrum væl.
Mamma er dóttir Dánjal og Jastrid Joensen. Omma og abbi fingu 10 børn, so stórur var barnaflokkurin á bakkanum. Mamma fór ung niðan í hús at búgva, hjá Andrias innan fyri á, har hon eisini tænti, til hon giftist.
Tey giftust inn uppi í Lon, har tey búðu tey fyrstu 7 árini, inntil tey fluttu í húsini.
Vit elstu genturnar minnast barnaárini í Lonini, sum sera rík. Ein onnur tíð var, einki elektrisitet ella sentralhiti var í lonini okkara tíð. Einki útvarp ella sjónvarp. Kúgvin, seyðirnir og hønurnar í kjallaranum. Og so ommurnar í húsinum. Tiðin, sum í dag er ein mangulvøra hjá fólki, var tá ríkilig at hugna og lesa søgur.
Mamma var fyrstu árini heimagangandi. Tó so, ikki kann sigast, at hon var arbeiðsleys. Hon bant fyri fólk við maskinu,og rúgvan vildi verið stór, um allar troyggjurnar vóru samlaðar, sum hon hevur lagt úr hondum. Hon var i fiskaarbeiði, legði sild. Enn í dag eru menn, sum taka til, hvussu kvikar tær vóru í hesum arbeiði. Og so var kúgv í húsinum, sum skuldi mjólkast og fóðrast 2 ferðir hvønn dag.
Mamma fór seinni at arbeiða úti, fyrst á flakavirkinum, og síðan í nógv ár í handlinum hjá Andrias. So tey yngru systkini høvdu ikki á sama hátt mammu inni allan dagin. Men hóast tað, so hevur hon stákast á sama hátt, bundið og seymað, bakað og matgjørt til okkum øll.
Hon kann ikki lata vera, hon elskar at rokast.
Og enn er hon til dystin fús hvørja ferð, onkur skal hava okkurt málað ella sett í stand.
Og at forkela okkum og okkara við onkrum góðum hvørja ferð, vit koma inn um hurðina. Tú følir teg altíð vælkomnan, so ofta er fult hús hjá teimum.
Pápi fór ungur at sigla, var fýrbøtari við trolarum tey fyrstu árini. Eisini róði hann út í Grønlandi í nøkur ár. Seinni gjørdist hann heimamaður, fór at koyra lasbil. Mangt tungt lessið hevur hann knossað, bæði av frakt og skrell gjøgnum árini. Eisini hevði hann starvið sum kranaførari á kajuni líka til fyri fáum árum síðan.
Søgufróður hevur pápi altíð verið.
Okkum nýttust onki sjónvarp, tí tá pápi segði frá, var tað so spennandi, at eingin filmur kundi gjørt søgurnar meira livandi enn hann gjørdi tær.
Ógloymandi upplivilsi hava túrarnir úti í nátturuni hvørt summar verið. Tá beiggjanir báðir fóru við seyði norð á Fjallavatn, og øll skreiðan var við.
Og um sumrarnar i hoyna, úti á trøðni, í summarhúsinum og í ánni. Sanniliga dagar, sum standa sum perlur á okkara lívsvegi.
Sum foreldur hava tey verið einastandandi, og vit kunna tí ikki takka teimum nokk fyri allan tann kærleika og stuðul, tey hava givið okkum seks systkunum.
Eg vil við hesum orðum ynkja tykkum báðum hjartaliga tilukku við gullbrúðleypinum, og góðan byrð í framtíðini.

HáP