Á gullbrúdleypsdegnum hjá Petrinu og Frank

So fitt tey eru, nú gullbrúdleypsdag tey feira.
Fimmti ár saman, ja við gleði og gaman,
seks børn bleiv tað til, fýra gentur fyrst. ha
So tveir bassar, tað vóru knassar?

Takk fyri lívið sum tit okkum góvu.
Vóni ikki vit vóru ov strævin.

Takk fyri ógloymandi túrar úti á Marknagili.
Uppi á Kleynisvarða niðan á Syðradalsskarð
ella úti í Havnardal.

At svimja vit tíðliga lærdu.
Alt tykkum at takka
sum við okkum vóru.

Góða mamma og babba
hjartaliga tillukku
Gud signi tykkum.

Børnini