Gullbrúdleyp í Norðdepli

Í dag, mikudagin 28. desember, eru tað hálvt hundrað ár síðani, at Valborg og Hans Jacob Sivertsen í Norðdepli gingu saman í hjúnarlag. Stóra dagin hava tey verið at hitt heima við hús, har tey hava búð mest sum alla tíðina, síðani tey giftust.

Valborg er fødd 26. februar í 1930, og hon er ættað úr Svínoy. Foreldrini vóru Anna og Jóannes Joensen, sum var bóndi í Heimistovu. Tey áttu sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragnhild, Símun, Valborg, Ingibjørg og Fríðgerð. Jógvan og Fríðgerð búgva í Svínoy, Ragnhild og Ingibjørg búgva í Klaksvík, og Valborg býr í Norðdepli. Hans Jacob og Símun, sum báðir eru farnir, búðu í Klaksvík.
Seint undir krígnum fór Valborg til Klaksvíkar. Hon var í húsinum hjá Odu Kjølbro, og hon arbeiddi eisini í matvøruhandlinum hjá Kjølbro á Biskupsstøð. Eftir at hava verið á Háskúlanum, fór hon 1. oktober í 1950 at læra til sjúkrasystur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hon var liðug við læruna og lesturin í 1954. Tá hevði hon í tíggju mánaðir verið og supplerað á Skt. Hans og Skt. Josef í Danmark.
Eftir at hon var komin aftur til Føroya, arbeiddi hon á sjúkrahúsinum í Klaksvík eitt skifti.
Hans Jacob er føddur 14. mai í 1926, og hann er ættaður úr Norðdepli. Pápi hansara, Poul Sivert Sivertsen, var elstur av børnunum hjá Fríðriki Sivertsen, sum var tann einasti av børnunum hjá fyrsta niðursetumanninum á Oyrini, ið kom undan.
Tað vóru Poul Sivert Sivertsen og kona hansara, Marin Kristina, ið var ættað frá Gjógv, sum í 1866 fluttu úr Hvannasundi og yvir á Oyrina. Tey fingu fýra børn, men bæði foreldrini og trý av børnunum doyðu. Hesin Fríðrikur vaks upp í Mikladali. Tá ið hann var tilkomin fluttu hann og konan, Jóhanna Maria, sum var úr Uttarstovu í Mikladali, aftur til Norðdepils og so at siga knýttu endarnar saman aftur. Pápi Hans Jacob var elsti sonur teirra.
Mamma Hans Jacob var Malena fødd Heinesen og ættað úr Kunoy. Tey fingu fimm børn: Osla, sum doyði ung, Hans Jacob, Pauli, Osla, sum druknaði fimm ára gomul og Olaf. Beiggjarnir búsettust allir í Norðdepli. Nú eru fleiri ár síðani Pauli doyði.
Hans Jacob hevur alla sína tíð verið sjómaður og annars fingist við tað, sum hevur við sjógvin at gera. Sum ungur var hann við skonnartini Liljuni, hann róði út í Klaksvík, og hann sigldi eisini við norskum línubáti. Poul Sivert var keypmaður, og í mong ár drivu teir hjá Poul Siverti deksbátin Louisu, sum teir høvdu keypt úr Klaksvík, og sum Hans Jacob og Olaf róðu út við.
Í 1974 keyptu teir 30 tonsaran Mathildu úr Leirvík. Teir nevndu bátin Hjørdis Maria, og teir høvdu hann í eini trý ár. Nakað seinni keyptu teir ein glastrejvarbát úr Fuglafirði, sum teir eisini nevndu Hjørdis Maria.
Eftir at Hans Jacob av heilsuávum var givin at rógva út, fór hann at egna á landi, og tí helt hann fram við inntil fyri einum ári síðani ella so.
Fyrstu árini í Norðdepli var Valborg heimasjúkrasystur. Hon ferðaðist við læknunum í Klaksvík og í útoyggjarnar. Tá ið tunnilin var komin til Klaksvíkar seinnapartin av seksti árunum, fór Valborg aftur at arbeiða á sjúkrahúsinum í Klaksvík. Har var hon, inntil Røktarheimið í 1984 varð tikið í nýtslu. Tá fór hon í starv har, og Valborg var á Røktarheiminum, inntil hon í 1995 gavst at arbeiða.
Valborg og Hans Jacob eiga fýra børn: Poul Sivert, Anna Maria, Jóannes Dánial og Ásmund. Dreingirnir búgva allir í Norðdepli, og Anna Maria býr í Havnini. Tann fyrri Osmundur var trý ára gamalur, tá ið hann í 1963 druknaði. Barnabørnini eru tíggju í tali, og í triðja ættarliðnum eru trý komin.
Gullbrúðarparið eru sera fyrikomandi fólk. Teimum hevur dámað væl at práta og siga frá, og Valborg hevur altíð dugað serliga væl at seta lív í. Mong eru tey, sum hava sitið væl heima hjá teimum. Vit heilsa teimum við ynskjunum um Guds signing yvir tey og teirra.

Jóannes