Louisa og Paul Jacobsen giftust í Havnar Kirkju tann 29. august 1954.
11. september sama árið varð Paul innsettur sum prestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, men kom í ein ávísan mun at røkja sunnaru helvt eisini.
Í 1958 fluttu tey inn á Nes í Eysturoy, har Paul tók við sum prestur tann 9. apríl. Óiva minnast fleiri har á leiðini Louisu, ið var sera virkin í bygdaumhvørvinum. Hon skipaði fyri hugnaløtum fyri teimum eldru, var um tey ungu, og tá jólini nærkaðust, so vistu fólk, at "Lusiafest" var í prestagarðinum. Hon undirvísti eisini í Glyvra- og Skála skúla.
Á Nesi var tað at dreingirnir komu. Fyrst Kári í 1962 og so Sjúrður í 1964. Kári býr við familju í Herlev og Sjúrður í Roskilde.
Tey eiga ein ommu- og abbason: Tommy, ið er 16 ára gamal.
Tíverri fyri onkran okkara fluttu tey av landinum. Tann 3. januar 1967 tók Paul við sum prestur í Kirkjuni í Glostrup. Har trivust tey væl og Louisa fekk møguleikan at nýta sína útbúgving. Hon virkaði sum sjúkrasystir í nógv ár.
Tey eru búsitandi í Vanløse, men halda dagin saman við familju niðri á Møn.
Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku.
abð