Sunnudagin 29-01-61 søgdu Anna Juul Hansen og Høgni Thomsen ja til hvønn annan. Man má siga at 50 ár eru ikki 50 dagar og nógv vatn er runnið í ánni síðani tá.
Anna er dóttir til postmeistaran, Jens Hansen, og tá Jens helt gavst við posti, tóku tey bæði yvir, og hetta hevur veri eitt lívsstarv hjá teimum.
Eisini hava tey dámað væl sang og hava sungið í kóri í mong ár samstundis, sum tey hava dansað føroyskan dans, har tey hava ferðast runt, bæði í Føroyum og øðrum londum.
Høgni hann hevur siglt í nógv ár, meðan Anna hevur hildið hús í heimabygdini. Tey eru vælsignað við tveimum synum, sum báðir eru giftir, og tilsamans eiga tey seks ommu- og abbabørn.
Sigast má, at tey hava hildið sítt lyfti, tí leygardagin 29-01-11 hava tey gullbrúðleyp, og hetta verður hildið í Nólsoy í Magnusarstovu frá klokkan 17.