Tit eiga fýra døtrar 19 ommu- og abbabørn og 5 langommu- og langabbabørn sum vilja ynskja tykkum hjartaliga tillukku við stóra degnum 19. november.
Vit eru rík, tí at vit eiga tykkum og tit eru rík tí tit eiga okkum. Hóast vit eru nógv so vita vit øll, at tit eru góð við okkum og at vit eiga hvør okkara stóra pláss í tykkara hjørtum. Tey allarflestu av okkum búgva í Føroyum, men sjálvt í Mexico, Italia og Esbjerg eiga tit eftirkomarar sum elska tykkum og hava nógv heit, góð og trygg minnir at takka tykkum fyri. Putursukrið og kjøtið, sum vit plaga at fáa upp á breyð frá abba. At sleppa "hjálpa" abba við at koyra trukkin á flakavirkinum. Gongutúrarnir við ommu. Allar søgurnar um Jesuspápa og ikki minst teir góðu túrarnir norð á Slættanes við tykkum báðum. Kanka tit ikki eru greið yvir tað, men slík minnir eru ikki ein sjálvfylgja og tí dýrabær fyri okkum øll.
Takk fyri og kærar heilsur til tykkum bæði ynskja
Jónvør, Finngerð, Conny og Anja
Katrina, Helga, Birgit og Beinir
Naomi, Joan og Bergur
Vanja, Terje, Ása Diana, Daniel, Kira, Sarah, Flykra og Laicy Lín
Mirjam, Sólja, Sámal og Pætur
Sylvia, Bjarni, Tea Lý, Magnar og Andreas