Gullberg var fyrsti túrurin hjá Robert

GULLBERG SOKKIN 20 ára gamli og nýútbúni maskinmeistarin Robert Andreasen var síðsti maður úr maskinrúminum á Gullberg, áðrenn hann sakk. Hetta var hansara fyrsti túrur eftir lokna útbúgving, men túrurin fekk ein bráan enda eftir bert einari viku í fiskiskapi

Rógvi Nybo

Hetta var ein góður kjansur at fáa hjá bert 20 ára gamla Robert Andreasen úr Vestmanna. Fyri einum góðum mánaði síðani fekk hann prógv sum ein tann yngsti maskinmeistarin nakrantíð í Føroyum, og fyri eini viku síðani mynstraði hann sum maskinmaður umborð á Gullberg. Men túrurin til makrelfiskiskap við Gullbergi skuldi vísa seg at fáa ein heilt øðrvísi og meira dramatiskan enda, enn nakar yvirhøvur kundi ímyndað sær.
Um klokkan 8 mikumorgunin fer ein alarmur í gongd á Gullbergi, sum ger manningini greitt, at okkurt er áfatt í maskinrúminum. Tá alarmurin fer í gongd stendur maskinmaðurin Robert og hjálpir til á fabrikkini, har teir júst eru byrjaðir at hagreiða makrelin, teir lítlan tíma áðrenn høvdu fingið umborð.
- Eg hoyri, at alarmurin fer í gongd. Men eg hugsi ikki stórvegis meira um hetta, tí alarmurin fer javnan í gongd fyri maskinrúmið umborð á einum slíkum skipi, og eg visti at meistarin var har og fór oman í maskinrúmið. Alarmurin koyrir í eini 10 til 15 sekund, so sløknar hann aftur. Men so gongur ein lítil løta og alarmurin fer í gongd aftur, og tá leyp eg so niður í maskinrúmið. Tá kemur meistarin ímóti mær, og sigur við meg, at her var alvorligt.

Sjógvurin fossar inn
Tað gerst skjótt greitt fyri meistaranum og 20 ára gamla maskinmanninum Robert, at støðan er rættiliga alvorlig. Sjógvur fossar inn í maskinrúmið á Gullbergi, og longu tá Robert kemur niður í maskinrúmið, er tað við at fyllast.
- Vit royna so beinanvegin at fáa koblað neyðgeneratorin til, soleiðis at skipið ikki verður myrkt og pumpurnar ikki ganga fyri. Men vit fáa ikki gongd í neyðgeneratorin beinanvegin, greiðir Robert frá.
Tað eydnast teimum tó at fáa gongd á neyðgeneratorin eftir einari løtu. Men sjógvurin fossar samstundis inn í maskinrúmið, og tað er beinanvegin so mikið djúpt, at tað er longu ógjørligt hjá teimum at fara niður at finna og bøta um lekan.

Skalkaðu av
- Eg fór so í gongd við at skalka allar hurðarnar til maskinrúmið av, soleiðis at ikki øll reyvin á skipinum, har maskinrúmið er, skuldi fyllast við sjógvi, sigur Robert.
Á henda hátt kundu teir royna at vinna sær nakrar, skuldi tað vísa seg dýrarbarar, minuttir, har skipið enn flýtur. Hetta er vanlig mannagongd, tá so illa stendur til, at maskinrúmið er við at fyllast í sjógvi.
- Eg fór so í kontrolrúmið at skalka av, men tá fáa vit svart skip, og vit fáa ikki neyðgeneratorin inn aftur, greiðir Robert frá.

Hetta kann ikki henda
Tað eru ikki nógvir tankar, ið streyma gjøgnum høvdið á unga vestmenninginum, meðan teir stríðast við at skalka av og bjarga skipinum. Hann hevur júst fingið sítt prógv sum maskinmeistari, tó at hann enn manglar siglingstíðina – nakað hann skuldi fáa sær millum annað við avloysarakjansinum umborð á Gullbergi. Við síni útbúgving og teimum skeiðum, ið hartil hoyra, veit hann, hvat gerast skal, og so er bara at fáa tað gjørt sum skjótast.
- Tað einasta, eg faktisk hugsaði, var, at hetta kann ikki henda. Tað hugsar mann, tá mann fer út við einum skipi, at sovorið kann als ikki henda, sigur Robert Andreasen.

Stríddist til tað síðsta
Av góðum grundum veit Robert ikki at siga, hvussu hini umborð hava reagerað upp á støðuna. Sjálvur stríddist hann, saman við maskinmeistaranum, til tað allarsíðsta við at royna at halda skipinum lens og so at skalka allar hurðar til maskinrúmið av.
- Til síðst fór eg fram í fabrikkina at skalka ta seinastu hurðina niður til maskinrúmið av. Áðrenn eg skalkaði hana, vendi eg mær líka við, fyri at tryggja mær, at einki fólk var eftir aftanfyri meg. Men har var einki fólk, og so fór eg sum tann síðsti upp úr maskinrúminum og so upp á brúnna.
Tá Robert kom upp á brúnna, hevði skiparin longu givið hinum í manningini boð um at lata seg í yvirlivilsisdraktirnar. Tá var greitt, at skipið mátti rýmast.

Fyrsti men ikki seinasti túrurin
Á veg inn til lands aftur við Sjagakletti, sum manningin varð bjargað umborð á, gekk alt róliga fyri seg, og manningin fekk prátað eitt sindur um tað, sum farið var fram. Og hendingin við Gullbergi, sum sakk undan bert 20 ára gamla Robert á hansara fyrsta túri, hevur ikki tikið mótið frá unga vestmenninginum.
- Nei, tað haldi eg ikki at tað hevur. Onkur kjansur fer sikkurt at koma aftur, og eg ætli mær nokk út aftur at sigla, sigur Robert Andreasen.
Sum ein tann yngsti, ið nakrantíð er útbúgvin maskinmeistari, er hetta neyvan tann byrjan, hann hevði ynskt sær, men honum munnu standa nógv góð ár fyri framman enn.



--------

Fakta

Robert Andreasen er 20 ára gamal og úr Vestmanna
Eftir fólkaskúlan fór hann beint á SIT og í 2010 fór hann á maskinmeistaraskúla
Í juli 2013 hevði hann, sum helst tann yngsti nakrantíð, lokið útbúgving sum maskinmeistari
Túrurin við Gullberg var hansara fyrsti kjansur – hann var við sum maskinmaður

--------

Tíðarrøðin

Kl 0800 (umleið): Alarmurin í maskinrúminum á Gullberg fer í gongd

Kl 0815: MRCC-Tórshavn fær boð frá alarmcentralinum um, at trolarin Niels Pauli hevði boðað frá, at trolarin Gullberg hevði brúk fyri pumpum, tí hann lak illa í maskinrúminum.
Tyrlan og Brimil fingu boð um at fara til hjálpar.
Tvær pumpur blivu fluttar umborð á Gullberg, ein frá Niels Paula og ein frá Atlantic Orion, sum vóru staddir á leiðini.

Kl 0841 boðar Niels Pauli frá, at nú eru bert trý av manningini eftir umborð á Gullberi, sum nú flýtur tungt í sjónum og hevur stóra slagsíðu.

Kl 0853 boðar Niels Pauli frá, at øll manningin á Gullbergi, níggju í tali, er bjargað umborð á Sjagaklett. Gullberg hevur nú 70 stig slagsíðu, og hekkan er um at fara undir.

Kl 0901 boðar Niels Pauli frá at Gullberg er sokkin á positión 63º30,5 N 007º15,7 V.