Gullberg sokkin

Fyri einum tíma síðani sakk Gullberg, sum annars er til fiskiskap eftir makreli. Manningin er bjargað umborð á Sjagaklett

Fyri einum tíma síðani sakk Gullberg, sum annars er til fiskiskap eftir makreli. Manningin er bjargað umborð á Sjagaklett.

 

Gullberg og Sjagaklettur eru báðir til fiskiskap eftir makreli norðanfyri. Í morgun fór Gullberg at leka, og fyri tíma síðani sakk skipið.

 

Tað váttar vakthavandi á MRCC Tórshavn.

 

Enn er lítið at frætta um orsøkina til, at Gullberg fór at leka og síðani sakk. Men manningin er sum nevnt øll bjargað og er nú umborð á Sjagakletti.