Gullberg hevur skift motor í Runavík

- Tað, sum hendi hjá okkum, var, at eitt hjólleiði í krumptapsakslinum var farið at mala við, og tá ið saman um kom, var skaðin so mikið stórur, at tað hevði verið dýrari at umvælt verandi motorin – enn at keypa ein nýggjan, sigur Háldan Haldansen, reiðari

Fiskivinna

Línuskipið Gullberg, sum P/F West Trading í Vestmanna eigur, hevur just skift motor í Runavík. Tað er maskinverkstaðurin Mekanik, sum hevur gjørt arbeiði. Skipið var royndartúr seinasta fríggjadag, og nú skulu bara nakrar justeringar gerast, so er klárt at loysa aftur.

Sama slag
Háldan Haldansen, reiðari, sigur, at nýggi motorurin í Gullbergi er av sama slagi, sum hin gamli, ið kortini ikki var meira enn eini 10 ára gamal.
- Vit høvdu ein Mitsubishi-motor, sum var 475 hk., og nýggi motorurin er av just sama slagi – og av somu stødd.
Hann sigur, at nú teir noyddust at skifta motor, var tað heppið, at Mekanik kundi útvega teimum ein nýggjan motor av sama slagi, tí tá er ikki neyðugt við nøkrum broytingunum við fundamenti og øðrum instalatiónum.
- Mekanik kundi nevniliga útvega okkum ein nýggjan motor, sum stóð í Hálandi, og hetta kundi maskinverkstaðurin gera upp á lutfalsliga stutta tíð.
Reiðarin sigur, at skipið hevur ligið á Runavík í stívliga tríggjar vikur, og longu nú er nýggi motorurin íkomin og er royndarkoyrdur.

Dýrari at umvæla
- Tað, sum hendi hjá okkum, var, at eitt hjólleiði í krumptapsakslinum var farið at mala við, og tá ið saman um kom, var skaðin so mikið stórur, at tað hevði verið dýrari at umvælt verandi motorin – enn at keypa ein nýggjan.
Háldan sigur, at skipið stendur eisini fyri klassing seinni í heyst, so samanum tikið kunnu teir brúka hetta til okkurt.
- Sjálvandi er tað óheppið, tá ið slíkt hendir, men tað, at vit kundu fáa ein nýggjan motor so skjótt – og at nýggi motorurin nú er íkomin uppundir klassingina, ger so eisini tað, at klassingin, sum stendur fyri framman, ikki verður so umfatandi fyri okkum, sigur Háldan Haldansen.
Skipari á Gullbergi er klaksvíkingurin, Árni Zachariassen.
Við skipinum eru 7-9 mans.