Danska blaðið Politiken hevur kannað fiskivinnustðulin, sum er útgoldin í Danmark í árunum frá 2004 og 2010, og klanningarnar vísa, at nakrir fáir reiðarar, sum klára seg væl, hava fingið meginpartin av stuðlinum.
Samanlagt vóru hesi árini útgoldnar 379 milliónir krónur í stuðuli, og út av 1400 hava 20 stórreiðarar fingið 57 prosent av stuðlinum, vísa tølini.
Fleiri av teimum, sum hava fingið stuðul, hava havt milliónr krónur í vinningi, og í nøkrum førum eiga teir ognir fyri upp ímótieinari millard krónum.
Ovast á listanum stendur Gullak Madsen í Hirtshals. Hann hevur fingið 23 milliónir krónur í stuðuli.
Felag hansara 80 mió. krónur í vinningi fyri skatt og eigur ognir fyri 769 mió. krónur.
Gullak Madsen sugur við Politiken, at hann væl kundi verið stuðulin fyriuttan.
- Fyri mína skyld kundi stuðulin verið steðgaður, men tað er ikki rímiligt fyri tey, sum eru á veg fram, sigur hann.
Danska stjórnin ætlar sær at hyggja nærri at stuðlinum við endamálinum at fáa býtt stuðulin út meira rættvíst og bara til burðardyggan fiskiskap.