Fótbóltur
Yrkisleið hansara hevur ikki altíð verið sum ein dansur á rósum. Fyri seks árum síðan var hann eitt tað heitasta navnið í donskum fótbólti. Hann varð skírdur at eiga eina framtíð á danska landsliðnum, og útlandið hevði eisini varnast framrættaða danan, sum av álvara gjørdi um seg í Brøndby.
Í so máta eru fleiri fótbóltsáhugað vónbrotin. Skaðar gjørdu sítt til, at hann fekk ongantíð sítt altjóða gjøgnumbrot. Og nú sum 28 ára gamal hevur hann valt at venda nøsini móti Føroyum og føroyskum fótbólti.
EB/Streymur kundi týsdagin í farnu viku kunngera, at felagið hevur gjørt sáttmála við Peter Foldgast. Danin skal ætlandi verða við til at tryggja sundalagsmonnum fyrsta føroyameistaraheitið í søgu felagins. Og í Spania, har hann er staddur við familjuni í løtuni, gongur fyrrverandi Brøndby-framherjin og gleðir seg at sleppa til oyggjarnar.
Ætlaði til Australia
Danskir miðlar avdúkaðu fyri mánaði síðan, at Foldgast var ávegis til samráðingar í Australia. Sjálvur hevði hann stóran áhuga fyri hesum, og stóð tað til hansara hevði hann verið staddur hinumeðna jørðhálvuna í løtuni.
Hann skuldi hyggja at umstøðunum, men umboð frá felagnum legði bein fyri ætlanini.
- Nei, teir høvdu ikki veruliga tamarhald á støðuni. Harmuligt, tí eg kundi væl hugsa mær at roynt tað. Tað bleiv so ikki til nakað, og síðan kom EB/Streymur inn í myndina, sigur hann.
Tá Peter Foldgast takkaði fyri seg í AGF, gjørdi hann greitt alt fyri eitt, at hann kundi hugsa sær at sloppi til útlandið aftur. Tað var eisini orsøkin til, at hann valdi Sundalagið framum næstbestu deildina í Danmark.
- Eg hevði fleiri tilboð, men vildi ikki í samráðingar, tí eg bíðaði eftir EB/Streymi. Og hugsar tú um støðið í Formuladeildini, so er tað kanska eitt afturstig. Men eg vildi fegin royna okkurt nýtt og øðrvísi. Nú sleppi eg eisini at spæla altjóða dystir aftur, og tað gleði eg meg til, sigur 29 ára gamli danin.
Gull til Streymnesar
EB/Streymur hevur í ár av álvara sett nøsina upp móti føroyameistaraheitinum. Fyri tveimum árum síðan mistu teir á stokkinum, meðan tað í fjør eydnaðist at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Við Sigfríði Clementsen á odda hava úrslitini verið serstakliga góð higartil, og farna vikuskiftið endurvann felagið kappingina um løgmanssteypið. Liðið er í løtuni á odda í Formuladeildini, heili níggju stig framman fyri B36.
Málið hjá Peter Foldgast er greitt. Hann vil verða við til at tryggja sundalagsmonnum fyrsta gullheiðursmerkið í landskappingini nakrantíð.
- Vit skulu vinna meistaraheitið. Liðið liggur væl fyri, og eg skal gera mítt ítarsta fyri, at tað ikki miseydnaðst, slær fyrrverandi Brøndby-framherjin fast.
Tað var ein tíðindabumba, tá EB/Streymur fyrrapartin týsdagin boðaði frá, at avtala varð fingin í lag við vandamikla danan restina av kappingarárinum. Eftir ætlan verða hann og familjan í Føroyum um eina góðu viku.
Men Peter Foldgast, hví til Føroya?
- Eg varð uppringdur fyri mánaði síðan, og tilboðið ljóðaði áhugavert. EB/Streymur er við í gullstríðnum, og eg spæli fyrst og fremst fyri at vinna. Eg sakni at fáa gull um hálsin. Altjóða dystir verða eisini á skránni seinni í summar. Eg vildi fegin sleppa til útlandið aftur, sigur hann.
Foldgast veit millum lítið og einki um Føroyar. Hann spældi eitt skifti saman við Jón Róa Jacobsen í Brøndby, men annars er tað ein fullkomiliga ókunnaður dani, sum lendur í Vágunum seinni í mánaðinum.
Tað er einki dulsmál, at tað verður nógv væntað av Peter Foldgast í Sundalagnum. Hann er uttan iva størsta fótbóltsnavnið, sum nakrantíð hevur verið í felagnum. Hann kennir tó einki trýst á sær, nú hann kemur til Føroya.
- Eg veit, hvat eg dugi. Eg eri sannførdur um, at eg kann geva EB/Streymi nógv. Við mínum royndum sum fótbóltsleikara, eri eg ein leiðari á vøllinum, sum fegin vil vera við til at menna mínar viðleikarar. Eg vænti ikki, at eg verði ein málslúkari, sum fer at skjóta 20 mál. Als ikki, sigur hann.
EB/Streymur eigur fleiri frálíkar leikarar á framrættaðu plássunum. Millum annað hava Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel og Hans Pauli Samuelsen verið millum ímyndirnar av felagnum seinastu árini. Tað sær Foldgast tó ikki sum nakran trupulleika.
- Eg havi røkt fleiri ymsar uppgávur á mínari yrkisleið. Í AGF var eg vinstri vongverji, miðvallari og framherji. Mær dámar best plássið sum framrættaður miðvallari. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður. Gongur tað væl, og leiðslan í felagnum er nøgd við mítt avrik, er møguleiki eisini fyri, at eg haldi fram í komandi kappingarári, staðfestir hann.
Væl nøgdur
Peter Foldgast fekk sítt gjøgnumbrot í donskum fótbólti í 2002. Undir leiðslu av Michael Laudrup royndist hann serstakliga væl sum framherji í Brøndby, har hann millum annað var við til at vinna donsku steypakappingina. Fjølmiðlarnir gjørdu eisini nógv burturúr framrættaða leikaranum. Fleiri ráddu Morten Olsen, danska landsliðsvenjaran, at royna Foldgast á landsliðnum.
Onnur varnaðust eisini dugnaligu fótbóltsevnini, og í 2004 gjørdi hann avtalu við Rot-Weiss Essen, sum spældi í næstbestu týsku deildini. Ein løgin avgerð, tí fótbóltsevnini rukku væl longri, meintu tey flestu. Hann var illa darvaður av skaðum, og hann fekk ongantíð prógva seg í Týsklandi. Danin steðgaði heldur ikki leingi á, tí longu árið eftir var hann í Århus og AGF. Har hevur Foldgast verið sáttmálabundin seinastu trý árini. Í 2006 var hann millum lyklaleikararnar, tá felagið vann sær uppflyting í bestu donsku deildina.
Fyri seks árum síðan var ógjørligt at hugsa sær, at Peter Foldgast skuldi spæla í føroysku Formuladeildini. Hann er hinvegin væl nøgdur við sína yrkisleið.
- Skaðar hava havt sítt at týða, men eg iðri meg ikki. Eg havi spælt fleiri stórar dystir við nógvum áskoðarum, og tað er ein ótrúlig kensla. Eg havi umboðað Brøndby og AGF, og tað er eg sera errin av, sigur 28 ára gamli Peter Foldgast.
---
Fakta um Foldgast
Navn: Peter Foldgast
Føddur: 3. desember, 1979
Hædd: 1.84 m
Vekt: 81 kg
Áður leikt við:
2000-2004: Brøndby IF (17 mál í 73 dystum)
2004-2005: Rot-Weiss Essen (4 mál í 17 dystum)
2005-2008: AGF (7 mál í 40 dystum)
Landsdystir: Ongar
U-landsdystir: U19 (14 dystir og 7 mál)