Vestmenningar hava tryggjað sær fyrsta ólavsøkusigurin í ár. Harvið hevur Havfrúgvin vunnið bæði FM og ólavsøkuróðurin.
Sigurin var ógvuliga tepur. Sílið hevði besta startin, og Sílið var á odda, tá ið tað var farið undir endaspurtin. Sílið var eina løtu tað mesta av einari bátslongd frammanfyri Havfrúnna, men so fóru seigligu vestmannadreingirnir at gera um seg.
Havfrúgvin tók Sílið, sum royndi at svara aftur. Munurin var millum lítil og eingin, men Havfrúgvin vann. Harvið hevur Havfrúgvin vunnið allar róðrarnar uttan teir á Norðoyastevnu og Fjarðastevnu. Tá var Sílið nummar eitt.
Í kappingini um triðja plássið vóru vestmannadreingir bestir. Teir manna Junkarin úr Kvívík. Á tveimum teimum næstu plássunum vóru Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørri og Teisin hjá Argja Róðrarfelag.
Hóast teir endaðu á fimta plássi í dag, so eydnaðist Teistanum at vinna bronsuheiðursmerki í FM kappingini, meðan Sílið hevur vunnið silvurmerkini.
Ólavsøka 2007 - 5 mannafør dreingir
1 Havfrúgvin 04:40.01
2 Sílið 04:40.13
3 Junkarin 04:45.11
4 Jallurin 04:45.14
5 Teistin 04:45.15
6 Tjaldrið 04:48.13
7 Drekin 04:49.21
8 Blikur 04:55.14
Støðan í FM - 5 mannafør dreingir
1 Havfrúgvin 45
2 Sílið 37
3 Teistin 22
4 Tjaldrið 15
5 Jallurin 14 1G
6 Junkarin 13 1G
7 Jomfrúgvin 3
8 Blikur 3 1G
9 Drekin 2
10 Falkur 0
11 Fípan Fagra 0