Gull til Sáru og aftur gull til Óla

OYGGJALEIKIR: Sára Nysted vann gull í 400 metrar medley, og Óli Mortensen vann gull í 200 metrar firvaldarsvimjing

 

Nú eru tað svimjararnir, sum standa fyri gullregninum á oyggjaleikunum í Gotlandi.

 

Fyri løtu síðani vann Sára Nysted gull í 400 metrar medley, og Óli Mortensen er júst komin á mál, og hevur vunnið kappingini í 200 metrum firvaldarsvimjing. 

 

Sára Nysted vann við tíðini 4:55.41. Nummar tvey var Laura Le Cras úr Guernsey, sum var væl aftanfyri Sáru við tíðini 5:07.34.

 

Óli Mortensen vann við tíðini 2:01.46. Nummar tvey gjørdist Felix Gifford úr Hetlandi við tíðini 2:04.16.