Gull til Pál og Magnus

Bæði Pál Joensen og Magnus Jákupsson vunnu gull á DM stevnuni í gjár. Pál Joensen í 400 metrar frí, meðan Magnus Jákupsson vann í 100 metrar ryggsvimjing.

 

Pál Joensen kom á mál við tíðini 3:54.17, frammanfyri silvurvinnaranum Daniel Skaaning á 3:59.58 og bronsuvinnaranum Laust Moesgaard á 4:06.61. Sambært sviming.com, so var ongin ivi um, at Pál fór at vinna.

 

Tað var ongantíð nakar ivi um hvør sum at fór at vinna; Skaaning datt hálva kroppslongd afturum Pál longu fyrstu longdirnar, og lá so har upp til 200 metrar, tá ið Pál fór at draga meira og meira frá, skrivar svimjing.com.

 

Magnus Jákupsson vann gull í 100 metrar ryggsvimjing. Hann svam teinin uppá 55.99 sekund, frammanfyri Andrias Schiellerup á 56.36.

 

Har var ongantíð nakar ivi um hvør sum fór at vinna; Magnus hevði betra startin og førdi við 27.00 sekundum ímóti teimum 27.81 sekundum hjá Schiellerup eftir 50 metrum, og hin vann so eitt sindur inn aftur men ikki nokk teir síðstu 50 metrarnar. Magnus hevur nú vunnið bæði 50m og 100m rygg á DM, skrivar svimjing.com.

 

Ongin føroysk luttøka er á DM stevnuni í dag. Í morgin svimur Magnus Jákupsson 200 m rygg. Pál Joensen skal í hylin aftur leygardagin, tá 200 m frí er á skránni.

 

Mynd: (Jákup Jacobsen/svimjing.com) Magnus Jákupsson(t.v) Pál Joensen eftir sigarnar í gjár