Norska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur í kvøld vunnið olympisku kappingina við at vinna 26-23 í finaluni ímóti Montenegro. Í steðginum var Noreg á odda 13-10.
Noreg var mett sum favorittur undan dystinum, men kvinnurnar úr Montenegro fylgdu væl við, og eitt skiftið stóð á jøvnum 19-19. Men tá saman um kom, var tað norska liðið eitt vet betur og vann tí uppiborið finaluna.
Dysturin í kvøld var tann seinasti toppdysturin hjá Bojanu Popovic úr Montenegro, sum mong kenna frá donskum hondbólti, har hon spældi við Slagelse og seinni við Viborg. Bojana Popovic verður mett sum ein tann besta hondbóltskvinnan yvirhøvur. Eitt annað kent andlit á Montenegro-liðnum var Maja Savic, sum eisini hevur spælt í Danmark fyrr.