Jón Rói Jacobsen hevur fyri lítlari løtu síðani fingið handað gullkrónu sum staðfesting av, at hann hevur verið við til at vinna DM í fótbólti. Jón Rói er triði føroyingurin, sum hevur vunnið DM. Áður hava Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson verið danskir fótbóltsmeistarar.
Jón Rói var ikki í hópinum, tá ið AaB í síðsta umfari í dag frammanfyri stúgvandi fullum stadion í Aalborg vann 2-0 á OB. Hetta var síðsta avbjóðingin í Aalborg hjá svenska venjaranum Erik Hamrén, sum frá 1. juni verður venjari hjá norska Rosenborg.
Við 2-0 sigri á útivølli ímóti FCN tryggjaði FCM sær silvurmerkini. FCK vann 3-1 á heimavølli ímóti Lyngby og vann harvið bronsumerkini. Hóast tapið í Aalborg endaði OB á fjórða plássi.
AC Horsens vann 2-1 í Århus og endaði á fimta plássi. AGF endaði á 9. plássi.
Randers FC vann 2-1 á heimavølli ímóti Brøndby. Tað ber við sær, at Randers endaði á sætta plássi, og at Brøndby endaði á 8. plássi. Hetta er vánaligasta endastøða hjá steypavinnarunum í Brøndby í 26 ár.
Esbjerg vann í dag 2-1 á heimavølli ímóti Viborg. Viborg flytir niður saman við Lyngby, og Esbjerg endar á 7. plássi.