Talan gjørdist um sannan gysara, tá føroyska landsliðið í dag spældi finaludystin móti Letlandi.
Fyrsta partin av dystinum vóru tað letlendingar, sum vóru á odda, men beint undan steðginum vann føroyska liðið seg framum.
Eftir steðgin vóru tað Føroyar, sum vóru omaná, men hóast fleiri góðar støður, so eydnaðist ikki heit at rista mótstøðuna av sær. Eitt korter undan leikloki vóru vit á odda 18-15, men hóast Letland um sama mundið fekk eina útvísing, so vísti talvan 18-17 lítla løtu seinni.
Fleiri høvdu vit møguleikan at taka okkum trý mál framum, men heilt fram til seinsta minuttin eydnaðist hetta ikki. Móti dystarenda mátti mótstøðan tó royna at forsera spælið, og so glapp hjá okkara monnum. Gullið gjørdist veruleiki, og so er spurningurin, um talan í framtíðini verður um størri avbjóðingar enn hana, sum føroyingar fingu í Emerging Nations Cup.
Føroyar-Letland 27-24 (13-12)
--
Føroyska liðið heldur fast, nú seinni hálvleikur er hálvrunnin. Í finaludystinum móti Letlandi eru Føroyar á odda 18-15, og eitt korter er eftir at spæla.
Í løtuni er talan eisini um yvirtalsstøðu, tí lettar fingu eina útvísing, tá Føroyar fingu brotskastið, sum varð sett í netið til 18-15.
---
Floytan hevur ljóðað, og nú er hálvleikssteðgurí Kosovo, har føroyska manslandsliðið í hondbólti spælir finaludyst móti Letlandi.
Støðan í steðginum er, at Føroyar eru á odda 13-12 móti Letlandi. Tað var annars Letland, sum fekk betru byrjanina, men munurin hevur ongan tíð verið serliga stórur.
Seinastu løtuna undan steðginum hevur gingið betur hjá okkara monnum, og beint undan steðginum hava vit togað okkum upp á eina eitt-máls leiðslu.
Dysturin kann stroymast HER. Fyri at síggja dystin skal trýstast á "live" leinkjuna í høgra borði.









