Tað kann væl vera, at HB í ár ikki sá seg ført fyri at manna lið í bestu kvinnudeildini, men tað merkir tó ikki, at kvinnufótbólturin er steindeyður í felagnum.
Í øllum førum hava tær 10-12 ára gomlu genturnar í felagnum ognað sær FM-heitið í deildini.
Hetta gjørdu tær á Argjum um vikuskiftið, tá seinna FM-umfarið í deildini var á skránni. Silvurmerkini fóru til KÍ. AB vann bronsu og á fjórða plássinum var ÍF.