Fimleikaoyggjaleikir verða hildnir á Isle of Man, nú kappingargreinin ikki var millum teirra, sum kappast varð í á Rhodos.
Og longu fyrsta dagin eru fimm føroysk heiðursmerki fingin til vega.
Hjá kvinnunum var liðkapping á skránni í morgun, og her vann føroyska landsliðið silvur.
Hjá monnunum var talan um einstaklingakapping, og her vann Gutti Harryson kappingini í ringunum.
Rósing Dam og Øssur D. Eiriksfoss vunnu silvur á gólvinum og í lopi, og eisini kom Fróði Mortensen á pallin í lopi. Hann vann nevnliga bronsu.