Føroyar hevur vunnið tríggjar gull medaljur, hendan fyrsta dagin til oyggjaleikirnar á Jersey. Fyrst vann Torkil Veyhe gull í einkulstarti í súkkling, og fyri lítlari løtu síðani vann Karina Ottosen eisini gull í triathlon. Men tað er eisini ein onnur ítróttargrein, ið hevur vunnið gull medalju í dag.
Føroyar hevur nevniliga vunnið gull í skeet skjóting í kappingini fyri lið.
Tað eru teir báðir, Marius F. Joensen og Sámal E. Debes, sum umboða Føroyar í skeet skjóting.
Føroyar endaði á fyrsta plássið við 174 stigum, meðan Áland endaði sum nummar 2, og Hetland sum nummar 3.
Serliga væl gekk hjá Marius F. Joensen, sum fekk mest stig av øllum í kappingini. Hann fekk 94 stig, meðan Sámal E. Debes fekk 80 stig.










