Gull til Føroyar!

OYL 15: Gullið til bogaskjúttarnir viðførir at Eggaba Andreasen noyðist ein túr á bláman

Fyri lítlari løtu síðani endaði finalan í head-to-head liðkappingini í compound.

 

Finalan endaði við einum føroyskum 216-207 sigri ímóti Jersey. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2007 á Rhodos, at bogaskjúttarnir vinna head-to-head liðkappingina í compound.

 

Gullið viðførir at ein av leiðarunum hjá bógaskjótingshópinum, Eggaba Andreasen, noyðist ein túr á bláman. Hann lovaði Hera Simonsen í gjár, at um Føroyar vann gull í head-to-head liðkappingini í compound, skuldi hann leypa á sjógv.

 

Bogaskjúttunum verður ynskt hjartaliga til lukku frá in.fo.