Vágbingurin kom á mál við tíðini 14.50.66 ? fýra sekund framman fyri nærmasta kappingarneytan.
Pál Joensen og Sergey Bolshakov, Russland, fóru frá hinum beinanvegin. Seinastu 500 metrarnar dróg Pál frá øllum og vann ruddiliga.
Pál Joensen hevur tískil vunnið sítt næsta gullmerki í World Cup í ár. Hann vann á 400 metra frí í gjár.
Jón Bjarnason, venjari hjá Páli Joensen, segði við Rás2 fyrrapartin, at kappingin var meira ein venjing. Føroyingarnir væntaðu sær gull, og tað eydnaðist væl og virðiliga.
TÍÐIRNAR:
1. Pál Joensen, Føroyar ? 14:50.66
2. Sergey Bolshakov, Russland ? 14:53.85
3. Sergiy Frolov, Russland ? 14:54.27
4. Alexander Shimin, Russland ? 15:09.76
5. Oleksandr Lutchenko, Russland ? 15:12.15










