GULL TIL FØROYAR!

Oyggjaleikir: Djóni Sakarisson hevur sum fyrsti føroyingurin á Oyggjaleikunum í Gotlandi vunnið gull

Bundna liðkappingin í fimleiki hjá monnum fór av bakkastokki í morgun, og hóast sjálv liðkappingin ikki er liðug, so er greitt, at Djóni Sakarisson úr Føroyum hevur vunnið gull í lopi um hest.

 

Einstøku avrikini í liðkappingini telja eisini sum einstaklingaavrik í bundnu kappingini. Tað vil siga, at tað er útgreinað undan kappingini, hvat fimleikararnir skulu gera, og tí gera allir tað sama.

 

Lopið hjá Djóna Sakarisson var perfekt, og hann fekk tí 10,0, men tað fingu tveir av Jersey eisini, so teir eru tríggir, sum fáa gullheiðursmerki.