Gull til B36

2. deild: B36 flytur upp í 1. deild sum vinnari av triðbestu deildini

Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at næstbesta liðið hjá B36, ið flutti niður úr 1. deild í fjør, flytur upp aftur úr 2. deild í ár. Síðani hevur spurningurin verið, um B36 ella hitt uppflytaraliðið, ÍF, skuldi vinna deildina. Hesin spenningurin varð skúgvaður til viks í gjár, tá ið B36 vann heili 10-0 í Miðvági ímóti MB. Sostatt er greitt, at B36-leikararnir fáa gullmedaljur um hálsin komandi vikuskifti, tá ið seinasti umfarið verður spælt.

 

Fyrrverandi landsliðsáleyparin, 44 ára gamli John Petersen, gekk á odda við málskjótingini hjá B36. John Petersen skoraði eitt reint hattrick, tá ið hann skoraði til 5-0, 6-0 og 7-0. Hini málini skoraðu Jákup Martin Joensen og Gilli Samuelsen, ið báðir skoraðu tvey mál. Síðani skoraðu Áki Olsen, Anton Højgaard og Hugin Samuelsen hvør sítt mál.

 

Bert eitt umfar er eftir av 2. deild hjá monnum. Stóri spenningurin í deildini snýr seg nú um, hvat lið skal niður í 3. deild saman við MB, sum er langt aftast. TB og B68 hava bæði 19 stig og stríðast um at sleppa undan niðurflyting. Júst hesi lið hittust við Stóra í Trongisvági í gjár. Hóast B68 var á odda heili 3-0, so eydnaðist tað TB at halda lív í yvirlivingarvónini, tí at dysturin endaði 3-3.

 

B68 má tó sigast at vera favorittur at yvirliva í deildini, tí at í síðsta umfari spæla toftamenn á heimavølli ímóti MB. Tað stendur illa til á besta mansliðnum í Miðvági, tí at hetta er annað árið á rað, at MB flytur niður - í fjør flutti MB niður við bert fimm stigum í 1. deild, og í ár hevur MB bert trý stig eftir ein vunnan dyst.

 

Samstundis spælir TB á útivølli ímóti ÍF, sum longu er flutt í 1. deild.