Kappróðrarárið er um at vera liðugt fyri hesa ferð. Enn bíðar tó stóra finalan, sum verður ólavsøkuaftan.
Eftir seks av sjey róðrum eru tríggir FM vinnarar kosnir: Teistin í barnaróðrinum fyri gentur, Erla Kongsdóttir í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum, og Páll Fangi í kappingini millum 6-mannafør við monnum.
Í onkrum kappingum er tað framvegis heilt spennandi, meðan tað í øðrum kappingum eru greiðir FM favorittar.
Í ongari av kappingunum á Vestanstevnu vóru mettíðir.
Á Ólavsøku verður kappast á stívliga 900 metrum. Tí kann tað væl vera, at okkurt óvæntað úrslit fer at spyrjast, men sannlíkið fyri tí er neyvan serliga stórt. Einasti bátur, sum vann á Vestanstevnu, og sum ikki hevur vunnið fyrr í summar, var Drekin við gentumanning, sum vann barnaróðurin.
Felags fyri allar manningarnar, sum nú leggja nógv fyri í fyrireikingunum til Ólavsøkuna, er, at tær ætla at taka av síðsta møguleikanum í ár at prógva fyri sær sjálvum og øllum øðrum, at tær eru verdugar tey úrslitini, sum tær hava rokkið higartil í summar, ella at tær kunnu megna uppaftur betri úrslit enn tey, sum tær higartil hava rokkið.
Róðrarlíkindini hava ikki verið betri í summar, enn tey vóru tað í Sørvági. Tað var stilli, og tað var rættuligt summar í luftini.
Tá ið startdómarin slapp framat, gekk tað skjótt og væl at avgreiða róðrarnar. Men tað gekk væl longri tíð at rigga fasta startin til, enn tað hevur gjørt fyrr í summar. Tað var merkisvert, tí líkindini og umstøðurnar annars vóru so góð.
Har, sum tað fyrr í summar hevur verið kappast á fleiri teinum, hava teir havt nógva útgerð og fleiri bátar at rigga til við. Í Sørvági fluttu teir alla útgerðina av 250 metra málinum og út á 1000 metra málið og síðani út á 1500 metra málið og so aftur út á 2000 metra málið. Hóast arbeiðið varð avgreitt væl og ivaleyst so skjótt, sum tað bar til, so mundu tey flestu vera samd um, at nú er tíðin farin frá, at alt skal flytast millum ymsu málini.
Á Ólavsøku er fasti starturin festur í land. Tí verða tað ikki stórvegis trupulleikar við honum. Stóri spurningurin er, hvussu tað verður við mjørkanum. Okkurt árið hevur tað í vikunum upp undir Ólavsøku verið torført at venja á Havnarvág, tí mjørkin hevur verið so tjúkkur, og onkra Ólavsøkuna hevur tað verið neyðugt at útseta róðurin eina løtu, tí sýnið hevur verið so vánaligt, at tað hevur ikki hevur sæst av Argjahøvda og inn á Molan.
Nú fæst at síggja, hvussu tað verður um góðar tvær vikur. Eftir væl eydnaða róðurin á Vestanstevnu eru manningarnar.