fimleikur
Lagið var sum kunnugt gott á Helga Winther Olsen, eftir at hann mikudagin hevði tikið sær av so at siga øllum tí, sum hann hevði møguleika at taka. Meðan bíðað varð eftir úrslitunum fyri íðkanina í dupultu barrini, fingu vit orðið á Helga, sum bara gekk runt og líktist einum stórum smíli.
- Enn havi eg ikki fingið tað seinasta at vita, so kanska verður okkurt. Kanska heiðursmerki, men neyvan gull. (Nakað seinni varð tó staðfest), at talan aftur hesa ferð gjørdist um gull.
- Tað er bara heilt perfekt. Kundi ikki verið betri. Alt hetta við uppafturvenjingini og soleiðis gjørdi jú sítt til, at tað var sera ivasamt, um eg yvirhøvur var førur at luttaka í kappingini. At tað so fór at ganga so væl, hevði eg als ikki droymt um.
- Eg breyt beinið 26. mars, so talan hevur verið um sera nógva venjing fyri at kunna taka lut her á Oyggjaleikunum.
- Kanska hevur talan verið um ov nógva venjing, so soleiðis at alt hevur gingið eitt sindur ov skjótt. Eftir hetta fari eg so bara at slappa av í ein mánað, tí eri bangin fyri, at beinið snøgt sagt kann støkka av aftur, um tað ikki fær neyðugu hvíldina.
Ov spentur
At enda spurdu vit Helga, hvat mól runt í heysinum á honum, tá hann trein inn í fimleikahøllina mikumorgunin.
- Eg var spentur. Eg haldi ongantíð eg havi verið somikið spentur fyrr, og allar helst var tað í meira lagi.
- Eg megnaði tó at brúka hetta positivt, soleiðis at adrenalinið fór at pumpa í kroppinum, og samanumtikið, so gekk hetta bara heilt væl.










