Tom’s guldbar kenna vit til í Føroyum. Men veruligt gull í sjokulátu er tó ikki nakað, sum vit eru von við. Í India er tó ikki óvanligt, at gull verður nýtt at geva søtmetinum eyka smakk, og í Japan verður full eisini blandað upp í sake-brennivín, tá okkurt serligt er á skránni. Og nú hava sveisarar so framleitt tað, sum helst er dýrasta sjokolátan í heiminum. Áta lítlar stengur av DeLafée kosta ikki minni enn 600 kr., men fyri tað fært tú sjokolátu úr Ecuador, Venezuela og Ghana, og fyri eyka smakk eru lítlar gullflykrur eisini á pinnunum.