Gull og silvur til Føroyar

OYL 15: Pál Joensen og Óli Mortensen vunnu okkum gull og silvur medalju í 1500 metrar frísvimjing

1500 metrar frísvimjingin er júst liðug her á Jersey.

 

Og svimjingin hjá føroyingunum hevur fingið eina frálíka byrjan.

 

Pál Joensen vann gull í 1500 metrar frí, meðan Óli Mortensen endaði sum nummar tvey, soleiðis at hann tryggjaði okkum silvur medalju.

 

 Nú fara Vár Eidesgaard og Sára Nysted í hylin at svimja 400 metrar individual medley.