Silja Højgaard og Elinborg Durhuus gjørdu veruliga bart, tá einstaklingakappingin hjá kvinnum var á skránni á fimleikaoyggjaleikum í gjár.
Tað eydnaðist nevnliga Silju at vinna gull í kappingini, meðan Elinborg vann silvur við sínum besta lopi.
Talan hevur higartil verið um kappingar eftir tillagaðu FIG-reglunum. Fríggjadagin verður talan um einstaklingakapping eftir altjóða FIG-reglunum, og so verður spennandi at vita, hvørt føroysku úrslitini verða eins góð tann dagin eisini.











