11 ára gamla havnargentan Sára Traber Olsen er danskur meistari fyri gentur U12 !
16 ára gamla Herborg Hansen var DM vinnari fyri einum ári síðani. Í sera tættari uppgerð við hinar telvararnar gjørdist hon nr. 2 hesuferð í elsta bólkinum. Snávaði í seinasta talvinum, í annars góðari støðu og mótstøðustigini vóru avgerðandi.
Har marginalarnir vóru ímóti Herborg, vóru teir við Sáru: Heilar 3 gentur endaðu á 1. plássi, men hevði Sára bestu korekktiónina !










