Føroyar vunnu aðra og fingu silvur í hinari liðkappingini í bogaskjóting, sum vóru á Oyggjaleikunum í dag.
Bogaskjúttarnir hava í dag havt sín seinasta kappingardag á Oyggjaleikunum. Í dag var liðkapping í head-to-head kappingini á skránni. Hetta er kapping eftir cup skipan, har vinnarin heldur fram í kappingini, og taparin fer út.
Í recurve skutu Føroyar seg í finaluna, har Jersey tók ímóti. Føroyar vunnu greiðan sigur og harvið gullið í hesi kappingini.
Í compound komu Føroyar eisini í finaluna, har Guernsey var mótstøðuliðið. Har var eitt stig á muni, tá ið alt kom til alt, og tað var Guersney, sum var omaná. Harvið vunnu Føroyar silvur í hesi kapping.
Bogaskjúttarnir eru nú lidnir at kappast, og teir hava vunnið Føroyum 4 gull, 3 silvur og 4 bronsu.