Gull og føroyskt met til Bartal

Bartal Hestoy megnaði fyri løtu síðani at vinna sær gullheiðursmerki á íslendsku meistarastevnuni í 200 metra bringu á langgeil, tá ið hann í Laugardalslaug í Reykjavík svam teinin uppá 2:26.46.

 

Harvið tók hann eisini føroyska metið frá sjálvum Páli Joensen, sum var 2:26.59 frá Østdanske Langbane Mesterskaber fyrr í vár, skrivar svimjing.com í kvøld.

 

Løtu seinni luttók hann eisini í finaluni í 200 firvald, vælsagtans eitt sindur moyrur men tó í frálíku tíðini 2:13.47, sum rakk til eitt 4. pláss. Pál eigur her føroyska metið 2:12.55, og besta tíð hjá Bartali er 2:12.73 frá Actavis Open í Hafnafirði fyrr í vár, skrivar svimjing.com at enda.