Bogaskjúttarnir hava í dag tryggjað okkum enn eina gull medalju.
Tað gjørdu teir, við at vinna liðkappingina í compound. Føroyar endaði ovast við samanlagdum 4004 stigum, meðan Isle of Wight og Guernsey endaðu sum ávíkavíst nummar 2 og 3.
Liðkappingin er tað samanlagda úrslitið fyri føroysku skjúttarnar í compound. Hjá monnunum gekk tað best hjá Kaj Johannesen, sum vann eina bronsu medalju. Hann fekk samanlagt 1339 stig, bert eitt færri enn Stewart Stanger frá Orkneyoyggjunum, sum fekk 1340. Jógvan Niclasen endaði á fimta plássið við 1336 stigum, meðan Albert E. Dam endaði á tíggjunda plássið við 1300 stigum.
Í compound kappingini hjá kvinnunum endaði Anja Johansen á fjórða plássið við 1329 stigum, meðan Sigrid Vang endaði á sjeynda plássið við 1297 stigum.
Men samanlagt yvir øll sum skutu compound, høvdu Føroyar tí sterkastu manningina, og vunnu tí gull í compound kappingini.
Í lið kappingini í recurve, endaði Føroyar á sjeynda plássið. Tey sum skutu fyri Føroyar vóru Absalon Hansen, Oddmar Nielsen og Jastrid M. Jensen.
Absalon Hansen var tann sum kláraði seg best í recurve kappingini. Hann vann bronsu í einstaklinga kappingini hjá monnum við 1190 stigum, meðan Oddmar Nielsen endaði á átjanda plássið við 1076 stigum.
Jastrid M. Jensen endaði á fimtanda plássið hjá kvinnunum við 892 stigum.
So samanlagt gav bogaskjótingin okkum í dag tríggjar medaljur. Gull í liðkappingini í compound, bronsu til Kaj Johannesen í compound, og bronsu til Absalon Hansen í recurve.
Vit á in.fo ynskja bogaskjótingini stórt til lukku við góða úrslitinum.