Grønlendska felagið Nunaminerals A/S hevur góðar vónir um, at tað fer at loysa seg at útvinna gull á leiðini við Qussuk. Ein tyrla, sum er serliga útgjørd til slíkar kanningar, hevur flogið uppi yvir økinum, og hon hevur staðfest, at har er gull í jørðini, og at tað enntá sæst úr erva. Ole Christiansen, stjóri í Nunaminerals A/S, sigur við útvarpið í Nuuk, at útlitini eru góð, og at ætlanin er at fara undir kjarnuboringar longu í næsta mánað.









