Gull í fimleiki

Fyrsti dagurin á oyggjaleikunum 2013 á Bermuda gjørdist føroyingum góður.

 

Fyrr í dag vunnu skjúttarnir gull, og harumframt fingu vit silvur í triatlon og í súkkling á landavegi, og eisini fingu Føroyar bronsu í kvinnufimleiki.

 

Nú er so tað gleðiliga hent, at føroyingar hava fingið eitt gullmerki afturat. Tað kom í liðkappingini í fimleiki hjá monnum, sum vunnu á Isle of Man.

 

Føroyska liðið fekk 76,050 stig og tað er 1,050 stig meira enn kappingarneytarnir av Man.

 

Sum støðan er nú, hava Føroyar fingið fimm heiðursmerkir, og í skrivandi løtu eru Føroyar nummar tvey á listanum yvir vunnin heiðursmerkir.

 

Myndatekstur: Føroyar hava vunnið gull í mansfimleiki fyri lið. Føroyar vunnu frammanfyri Isle of Man

Mynd: Fimleikasambandið