Gulir dagar í Havn

Í døgunum 14. til 16. apríl verður ein stór framsýning við Hoyvíksvegin í Havn, tá Mekonomen fær vitjan av fleiri av sínum veitarum úr Danmark.

Fyrstu tveir dagarnar er framsýning bert fyri verkstaðskundar, meðan opið er fyri almenninginum leygardagin. Framsýningin verður á økinum við handilsbygningin hjá Mekonomen við Hoyvíksvegin 61.


Petur Martin Johansen, stjóri í Mekonomen í Føroyum, sigur, at teir við hesi framsýning vilja koma nærri kundunum, bæði verkstøðum og privatu kundunum. Á framsýningini verður nógv ymiskt sýnt fram sum t.d. Compac-gearkassalyftarar, Facom-luftlyklar, Stenhøj-lyftarar, Bosch-motortestarar og Nilfisk-kaltvatnsreinsarar. Umframt hópin av øðrum produktum og nýggjheitum frá hesum veitarum.


Mekonomen er størsta heilsøla í Skandinavia við 225 handlum og er fimtistørsti innkeypari av eykalutum í Evropa við 400.000 vørunumrum í síni vøruskrá. Mekonomen er eisini størsta verkstaðsketa í Skandinavia við yvir 1.300 verkstøðum. Í Mekonomen samtakinum eru meira enn 10.000 starvsfólk. Mekonomen setur serlig krøv til góðsku og veitir trý ára garanti upp á allar nýggjar vørur.


Høvi verður hjá verkstøðum at vitja framsýningina hósdagin 14. og fríggjadagin 15. apríl, báðar dagarnar frá kl. 14 – 20, og leygardagin er framsýningin opin fyri almenninginum frá kl. 10 - 17.