Guliklettur keypt Riba

Línubáturin úr Klaksvík hevur ligið á Vági í longri tíð.

Tað er nú nakað síðani, at verjuskip sleipaði línubátin Riba inn á Vág. Onki virksemi hevði tá verið knýtt at bátinum eina tíð.

 

 

Báturin hevur síðani verið í góðum hondum á Vágs Skipasmiðju.

 

 

Riba er nú seldur og Sp/f Guliklettur á Viðareiði hevr keypt frá Sp/f Gihon. Sambært Skipaskrásetingini hevur Riba ikki fiskiloyvi.

 

 

Riba er bygdur í Esbjerg í 1960. Riba liggur enn við bryggju í Vági.

 

 

Mynd: D. Olsen