Gulið nærkast Old Trafford

Ein risa málmansvilla og sjálvmál frá fyrrvendi Manchester United spælara sendu leygardagin matchbóltin í ensku Premier League til Manchester United

Fótbóltur

 

Í 389 dystum fyri Manchester United skeyt Phil Neville bert átta mál. Men tað var sum mótstøðumaður hjá reyðu devlunum, at hann leygardagin skeyt sítt kanska týdningarmesta mál fyri barnafelagið. Hetta tá hann sendi bóltin í egið Everton-net á Goodison Park.

Tað sá annars einki út hjá United-fjepparum, tá dysturin móti Everton var væl og virðiliga hálvrunnin.

Á Stamford Bridge var eitt eykaliðskent Chelsea á odda móti Bolton, og tá Manuel Fernandes av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í netið til 2-0, var leiðslan, sum Manchester hevur havt størsta partin av árinum, brádliga horvin. Og tó at teir hava so nógv tann besta málmunin í deildini, so vildi javnstøða á stigatalvuni ikki verið ynskiligasta útgangsstøðan, tá teir á næst seinasta leikdegi vitja á Stamford Bridge.

 

Fingu stóra hjálp

Men reyðu devlarnir vóru ikki lidnir. John O’Shea minkaði um munin, tá Everton-málverjin stórkiksaði í royndini at lofta einum hornasparki.

Cristiano Ronaldo varð nú eisini sendur á vølin, so veruligt trýst kundi leggjast á Everton, og tað gekk ikki leingi, so stóð á jøvnum. Hesa ferð við hjálp frá fyrrverandi United-spælaranum, Phil Neville, sum beindi bóltin í egið net.

Og tá Rooney so kundi skora á sínum gamla heimavølli, mundi fagnaðurin hjá teimum reyðu ongan enda tikið. At støðan hjá Chelsea nú var 2-2, gjørdi ikki lagið verri, og gleðin lýsti av Sir Alex Ferguson, tá hann kundi staðfesta javnleikin hjá kappingarneytunum. Og ikki minni gjørdist gleðin, tá júst innskifti Chris Eagles í yvirtíðini negldi sigurin rimmar fastan við 4-2 málinum.

 

Gullið heilt nær

Og nú skal gangan heilt illa, um Manchester United ikki skal taka gullið, sum Chelsea hevur átt tey bæði seinnu árini.

Munurin niður til Chelsea er fimm stig, og við bara trimum dystum eftir á skránni umframt góða málmuninum, er nóg mikið við fýra av seinastu níggju stigunum.

Og tey skulu so fáast til høldar móti grannunum úr Manhester Cit (úti), Chelsea (úti) og West Ham (heima). Vil væl til, so kann enntá vera, at gullið kemur til høldar á sjálvasta Stamford Bridge.