Gularót skal gera Føroyar grønar

Fíggjarligar gularøtur hava víst seg at geva góð úrslit

 


Privat húsarhald og privat virki, sum leggja um til grøna orku, skulu fáa almennan stuðul.

Tað heldur Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi.

 

Hon hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at vit skulu hava eina stuðulsskipan, sum skal eggja privatfólki og vinnufyritøkum at útvega sær grønar hitaskipanir til at hita sethús og bygningar.

 

Bjørt Samuelsen vísir á, at vit innflyta olju fyri 1,2 milliardir krónur um árið.

- Hjá flestu húsarhaldum er oljan til at hita sethúsini við, ein tyngjandi partur av føstu útreiðslunum, sigur hon.

 

Mong vilja leggja um til grøna orku, sum hita húsini , har tey kunnu spara nógvan pening, sum frálíður.

Harumframt minka varandi orkukeldurnar munandi um CO2 útlátið.

 

Hon sigur, at eitt endamál við at leggja um til grøna orku, er at framtíðartryggja føroyska búskapin móti óstøðugum og vaksandi oljuprísum.

 

Ein triðingur av oljunýtsluni í Føroyum fer til at hita sethús og bygningar.

- Tí er hetta millum týdningarmestu átaksøki til tess at røkka málinum um at gerast so leys av oljuni sum tilber og ístaðin at leggja um til eitt samfelag, sum er rikið av elorku, heldur enn av olju.

 

- Fíggjarligar gularøtur sum stuðulsskipanir, hava aðrastaðni víst seg at vera sera virkin amboð at eggja húsarhaldum og vinnuni at minka um oljunýtsluna og harvið útlátið av CO2, sigur Bjørt Samuelsen.

 

- Í dag ber til at fáa bílig orkulán úr Húsalánsgrunninum til at bjálva og gera íløgu í grønar hitaskipanir til sethús, sigur Bjørt  Samuelsen

 

Men ikki øll kunnu fáa hesi lán og Bjørt Samuelsen heldur, at tað er framvegis sera dýrt hjá húsarhaldunum at leggja um til grøna orku.

 

Tí vil hon hava, at fólk skulu fáa beinleiðis stuðul til at fáa sær grøna orku, eitt nú hitapumpur, jarðhita, sjóhita, sólorku, biobrenni, vindorku og annað.

 

- Ein annar møguleiki er prísstuðul, so at streymur frá grønum orkuskipanum gerst bíligari fyri brúkaran. Tað kann eisini verða ein partur av stuðulsskipanini, at grøn orka sleppur undan mvg, ella at grønar íløgur kunnu dragast frá í skattinum

 

Bjørt Samuelsen heldur eisini, at á komandi fíggjarlógum, eigur munagóð upphædd at verða sett av til endamálið.