M & M, sum stendur fyri Music & Movies, er ein sonevndur “secondhand” ella ”køb-salg-bytte” handil, og tann einasti av sínum slagi í Føroyum. Handilin læt upp í Sverrisgøta 9 í Havn tann 17. september 2005, og er hann sostatt fýra ára gamal. Í dag heldur handilin til í Vágsbotni.
Tað er Jesper U. Sundien sum eigur og rekur handilin, ið hevur alt sum finst innan fløgur og filmar.
Jesper sigur, at hóast talan er um ein secondhand handil, leggja tey stóran dent á kvalitetin, og at alt sum tey selja er í besta standi. Skuldi tað hent, at okkurt ikki riggar, so fær kundin pengarnar aftur, um hann ynskir tað.
Sum nakað nýtt hava vit heimskenda filmin ”The Secret” og indisku seym-máttur við 6.000 plastikkpíkum til at stimulera kroppin. Vita hava eisini spesialiserað okkum í at útvega t.d. filmar og fløgur sum eru ring at fáa fatur í, so tey sum leita eftir onkrum ávísum eru vælkomin inn á gólvið ella at ringja til okkum, sigur Jesper U. Sundien.
Handilin er opin mánadag-hósdag frá kl. 12-17, fríggjadag frá kl. 12-18 og leygardag frá kl. 10-14.
Heimasíðan hjá handlinum er: mumo.dk
Myndatekstur:
Jesper U. Sundien eigur og rekur handilin M & M í Vágsbotni, sum hevur alt sum finst innan fløgur og filmar
Mynd: Magnus Gunnarsson